Spf. Nudlavirkið er lýsingarstova og samskiftisvirki, ið húsast í Smæruni í Havn. Virkið varð stovnað av, Niels Una Dam í november 2013. Tað sum byrjaði sum eitt ráðgevingarvirki, er við tíðini vaksið til at vera ein samskiftisfyritøka, ið veitir størri og minni loysnir til stórar sum minni fyritøkur.

Niels Uni Dam er í dag stjóri og ráðgevi.Í dag eru Niels Uni Dam, Katrin Jacobsen, Ann Tordis Kelduberg Hellisdal, Simona Weihe, Durita Christophersen og Jonas Feldfoss Rossum í føstum starvi, meðan Poul Clementsen, Janus Kampmann, Ditte Mathilda Joensen, Niels Mellemgaard, Helgi Petersen og Henning Nicodemussen eru rættiliga støðugt knýtt at Nudlavirkinum.

Nudlavirkið veitir samskiftisloysnir av alskyns slag. Herundir fjølmiðlaráðgeving, PR, politiska samskiftisráðgeving og online ráðgeving. Innan dekoarbeiði og skelting, hevur Nudlavirkið drúgvar royndir, eins og innan alskyns prentuppgávur.

Við nýggjari tøkni koma nýggjar avbjóðingar og sosialu miðlarnir eru tí vorðnir eitt fokusøki, og eitt øki, ið Nudlavirkið veitir ráðgeving innan. PR ráðgeving til fyritøkur, politikarar og áhugafeløg er eitt greitt kjarnuøki, har vit hava drúgvar royndir, ikki minst innan kreppustøður.

Nudlavirkið veitir eisini tekstarbeiði til eina langa røð av fyritøkum, feløgum og persónum.

Við 15 ára royndum, kann Niels Uni breggja sær av at hava verið við til at gera einar 170 føroyskar heimasíðir, hann hevur leverað heimasíðir og e-handlar til tey minstu áhugafeløgini og til stórar miðlar, ella konsernir.

Nudlavirkið hevur samband við veitarar í Føroyum og uttanlands, og kann tí veita tær samskiftisloysnir, ið tú hevur tørv á. Eitt nú tá tað snýr seg um prent og skelting av ymsum slag.

Nudlavirkið húsast í kontórfelagsskapinum Smæruni, saman við øðrum fyritøkum og feløgum.

Okkara drúgvu royndir og okkara góða samstarv við veitarar á øllum økjum, gera, at Nudlavirkið er tann gløgga loysnin, tá tú hevur eina samskiftisavbjóðing.

 

Nudlavirkið
J.H. Schrøtersgøta 7
nud@nudlavirkid.fo
FO – 100 Tórshavn

V-tal 622575
Konto 6460-3993355

 

Niels Uni Dam
nud@nudlavirkid.fo
Tlf. +298 76 10 10

Katrin Jacobsen 
kj@nudlavirkid.fo
Tlf.+298 51 23 00

Ann Tordis Kelduberg Hellisdal
ath@nudlavirkid.fo
Tlf.+298 25 26 26

Simona Weihe
sw@nudlavirkid.fo

Jonas Feldfoss Rossum
jfr@nudlavirkid.fo
Tlf.+298 76 10 15

Durita Christophersen
dcj@nudlavirkid.fo

Poul Clementsen
pc@nudlavirkid.fo

Bókhaldið
bokhald@nudlavirkid.fo
Tlf. +298 25 26 26