Faldari til Dagstovnin á Hamrinum

Dagstovnurin á Hamrinum hevði tørv á, at kunningartilfarið um stovnin gjørdist betri. Stovnurin liggur í vøkrum umhvørvi, út til náttúru á einari síðu og býin á hinari síðuni.

Stovnurin er vældámdur og starvsfólk og leiðsla taka námsfrøðiligu uppgávurnar í størsta álvara, men við neyðugum vinsemi og opinleika. Á tann hátt skapa tey hvønn dag eitt gott umhvørvi fyri børnini á stovninum. Hetta vita tey, ið brúka stovnin, men neyðugt var at fáa boðskapin út til tey, ið hava møguleika at velja stovnin, sum dagsstovn hjá sínum børnum.

30 ára haldið hjá Føroya Handilsskúla

logo30arTá Handilsskúlin í Marknagili fylti 30 ár, og skuldu hava móttøku, settu tey seg í samband við Nudlavirkið, at taka sær av marknaðarføringini, vit tillagaðu teirra búmerki til tiltakið, forritaðu flashlýsingar til portal.fo, in.fo og vp.fo, á Facebook samskipaðu vit marknaðarføringina og gjørdu Facebooklýsingar, eisini skrivaðu vit tíðindaskriv og gjørdu blaðlýsing at koyra í Vikublaðið.

Forskúlin á Argjahamri

Tá Skúlin á Argjahamri skuldi kunna foreldur í Tórshavnar kommunu um, at skúlin hevur forskúla komandi ár, heittu tey á Nudlavirkið um hjálp. Vit avgjørdu at gera ein kunnandi faldara, ið við myndum og orðum lýsti forskúlan og frítíðarskúlan, har forskúlabørnini eru helvtina av tíðini.

Egin samleiki

Ein fyritøka við virðing fyri sær sjálvari má hava eitt navn, eitt eyðkenni og gjarna eitt búmerki. Tá eg stovnaði mína fyritøku, lá tað beint til høgrabeinið at kalla hana Nudlar ella okkurt tílíkt. Mín vælvitjaði bloggur eitur nudlar.net. So hví ikki bara byggja víðari á hann. Eg kom tó skjótt til ta niðurstøðu, at tað kann vera trupult at brúka ein ofta ágangandi blogg sum inngongd til mína fyritøku.

Vælkomin á Nudlavirkið

nudlarinTað er mær ein frægd at bjóða tær innar á Nudlavirkið.  Hetta er heimsíðan hjá Nudlavirkinum, ið fæst við samskiftiráðgeving av ymsum slag. Eingin uppgáva er ov lítil, og tær fægstu ov stórar til, at Nudlavirkið kann loysa tær saman við góðum samstarvsfeløgum.

Á hesari síðu er ætlanin at deila ymiskt við tykkum, ið vit fáast við, og hugleiðingar innan samskiftisøkið.