Faldari og navn til Smæruna

Nudlavirkið hjálpti Starvsmannafelagnum við arbeiðinum at gera kunningartilfar um nýggja høvuðssætið hjá Starvsmannafelagnum, ið eisini skal húsa øðrum virksemi.

Saman funnu vit navnið Smæran, ið leitar aftir til virksemið, ið var í tí partinum av húsinum, ið áður hýsti handlinum Smæran.

Í sambandi við hesa verkætlanina arbeiddu vit saman við einum teknara, Gunn Sloan Muller, ið gjørdi frálíkar vatnlitstekningar til faldaran. Henning Hjalt Nicodemussen sniðgav og setti faldaran upp.

Føroyaprent stóð fyri prentinum.

Síggj faldaran her:

Hvør hevur ikki tørv á einum handverkara?

Í nýggjastu útgávu av Kvinnu, hava vit hesa lýsing fyri okkara góða kunda Havnar Træsmiðju.

Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan træsmíð og snikkaraarbeiði.

Seinasta árið hevur Nudlavirkið umsitið marknaðarføringina hjá teimum.

 

Les um átak fyri Havnar Træsmiðju her

IMG_1479Áðrenn hava vit gjørt m.a. facebookkampanju, útvarpskampanju, klædnaprent, faldara og lýsingar fyri Havnar Træsmiðju.

Vanliga er grundhugsjónin tann sama, at frálíka dygdarhandverkið selir seg sjálvt, og vit hava tí fyrst og fremst víst fólki handverkið.

Men til jólablaðið hjá Kvinnu valdu vit at gera eina lýsing, ið var eitt sindur stuttligari.

Havandi í huga, at høvuðslesaraskarin eru vaksnar kvinnur, so hildu vit hendan vinkulin vera eitt sindur stuttligan.

Sum í Facebook-kampanjunum, ið vit hava gjørt fyri Havnar Træsmiðju, er tað frálíki Ólavur Frederiksen, ið hevur staðið handan myndatólið.

Modellin er Katrin Danielsen og handverkarin er Ludvík Súnason, ið er eitt av dugnaligu starvsfólkunum á Havnar Træsmiðju.

Laila Carlssen á Karinsa hevur staðið fyri make up til myndatøkuna. Henning Nicodemussen hevur sett lýsingina upp.

Snøgg lýsing fyri snøggan bil í snøggum tíðarriti

Wenzel, ið umboðar Volvo og Ford í Føroyum, skuldi hava lýsing í Kvinnu, ið telist millum snøggastu tíðarrit í Føroyum. Tí valdu vit saman við Wenzel at lýsa við tí ótrúliga snøgga bilinum Volvo V40. Volvo hevur fastar karmar at arbeiða innanfyri, og vit føroyskaðu tí hesa snøggu lýsing.

 

Tingið á skúlabonk

Mánadagin 2. november var temadagur í løgtinginum um miðlar og miðling. Nudlavirkið og ting.fo stóðu fyri degnum har 17 av tinglimunum luttóku, nógvir nýggir, men eisini fleiri av teimum meira royndu.

Dagurin var býttur í teori og praksis, har samskiftisteoriir, drúgvar royndir o.a. lá til grund fyri fyrilestrunum “Tit og fólkaræðið” og “At samskifta í miðlaða veruleikanum”. Harumframt var samskiftið um eitt tingmál gjøgnumgingið. Tinglimirnir sluppu eisini at royna seg við praktiskum royndum, bæði innan skriving av tíðindaskrivum og útvarpssamrøðum.

Afturmeldingarnar um dagin vóru sera góðar, og á Nudlavirkinum vóna vit við hesum temadegi, at  hava verið við til at brynja løgtingslimirnar til enn betur at røkja sítt starv. Hetta vísir eisini, at virðingin fyri samskiftisvinnuni og týdninginum av góðum samskifti er sloppin inn um tingsins gátt.

tingid2Fyrilestrarhaldararnir hava bæði teoretiskar og praktiskar royndir. Niels Uni Dam frá Nudlavirkinum, skrivaði sína serritgerð í politiskum samskifti, um miðling av torførum lógarmálum, lobbyismu og spunasmíð. Hann hevur harumframt royndir sum samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum journalistur í Miðlahúsinum og drúgvar royndir úr samskiftisvinnuni, har hann í nógv ár starvaðist á Sendistovuni, áðrenn hann fyri tveimum árum síðan stovnaði Nudlavirkið. Niels Uni hevur gjøgnum árini skipað fyri valstríðum fyri nógvum valevnum og fleiri ymiskum flokkum.

Árni Gregersen á ting.fo er ein av svervektarunum í føroyskum journalistikki, hann hevur drúgvar journalistiskar royndir, eitt nú sum sjónvarpsstjóri í Føroyum og redaktiónssjefur á TV2 Bornholm og sum blaðstjóri á Dimmalætting. Árni hevur sera drúgvar royndir við politiskum journalistikki, og hevur arbeitt nógv í tinginum fyri nógvar ymiskar miðlar, eitt nú Dimmalætting, 14. September, Sosialin og Sjónvarp Føroya. Eisini hevur hann havt starv sum politiskur journalistur á Christiansborg.

Blað um Nes kommunu

Í sambandi við Faroexpo 2015 er nýggja blaðið um Nes kommunu tøkt. Blaðið lýsir lívið í kommununi. Tað er gjørt í samstarvi við Nudlavirkið, og myndirnar hevur dugnaliga myndakvinnan av Nesi Beinta á Torkilsheyggi tikið. Ning hevur staðið fyri sniðgeving og uppseting.

 

At marknaðarføra eina tøkniliga kollvelting

Tá Vodafone skuldi kollvelta fartelefon marknaðin við 4G, so var tað sum vant Nudlavirkið og 1XPetur, ið vórðu vald at menna átakið í samráð við Vodafone.

Átakið sæst á flestu miðlum í løtuni, umframt á Torginum í SMS, har kundar stóðu í røð fyri at royna 4G og skifta til Vodafone, tá Nudlavirkið kom framvið í dag

Í dag  hvarv stavnsbandið, ið telefeløg høvdu á telefonnumrum, tí kunnu fólk nú skifta felag og hald, uttan at skula skifta telefonnummar. Tí er tað vorðið nógv lættari at skifta nummar.

Átakið koyrir á nógvum ymiskum miðlum, ikki minst á sjónvarpsmiðlinum, har hendan lýsingin sæst. Tað er FriisFrame, ið hevur framleitt sjónvarpslýsingina saman við Nudlavirkinum og 1XPetur.

Snøgga heimasíðu til kontridrotningina

Tá Kristina Bærendsen hevði brúk fyri eini heimasíðu, so ringdi hon til Nudlavirkið, og nú tvær vikur eftir er nýggja Kristina.fo komin á alnetið.

Føroya fremsta kvinnuliga kontri-rødd gav í desember sína fyrstu enskmæltu fløgu út sum einstaklingur. Hon er komin langt, síðan hon byrjaði at gera um seg, sum unga sjarmerandi kórdaman hjá kontrikonginum Halli Joensen. Hon bleiv tá ofta rópt kontriprinsessan, men við sínum soloútgávum og hevur hon væl og virðiliga víst, at hon er drotning nú.

Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tí er nýggja heimasíðan hjá Kristinu eisini tøk á bæði donskum og enskum.

Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja kykmyndalagið hjá Kristinu, Johnson City og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini kann man hoyra tónleik umvegis Spotify, og síggja yvirlit yvir fløgur, eins og konsertskráin hjá henni komandi mánaðirnar skjótt verður kunngjørd á heimasíðuni.

Vit ynskja Kristinu til lukku við heimasíðuni, og góða eydnu við síni spennandi yrkisleið.

Marknaðarføring av einum dygdarveitara

Havnar Træsmiðja setti seg seint í fjør í samband við Nudlavirkið um hjálp við marknaðarføringini. Hetta er ein dygarveitari av snikkaraarbeiði, ið hevði tørv á, at gera meira vart við sítt arbeiði og við, at tey vóru til.

Vit valdu eina loysn, har vit sameintu online marknaðarføring á eitt nú Google Ads og Facebook við útvarpslýsingar á Rás 2 og Kiss FM.

Fult talufrælsið til tey ungu

Nudlavirkið hevur saman við toyminum á Vodafone Føroyar, Miriam & Janus Photography, FriisFrame og 1xPetur skapt kampanjuna fyri RED Ung, ið er eitt bíligari RED hald til ung og lesandi,

Kampanjan fevnir um eitt myndaunivers, online- og prentlýsignar, prentlutir, skeltir og eina sjónvarslýsing. Alt ber boðskapin um, at børn og ung nú hava møgulleikan at njóta ágóðar sum fría talu, frí sms og 300 MB av internetið, uttan vanda fyri eykarokningum.

Tjóðveldi brynjað á alnetinum til valstríðini

Valár er, og í hesum sambandi hevur Tjóðveldi dagført síni online amboð, nýggjasti partur av hesum arbeiði er spildur nýggja heimasíðan, ið Nudlavirkið hevur gjørt.

Heimasíðan brynjar flokkin til valstríðið, og fer uttan iva at gerast ein miðdepil í onlinepartinum av valstríðnum.