Category :Uncategorized

Studio Bloch nýggja heimasíðu

Studio Bloch fingið nýggja heimasíðu

Studio Bloch er eitt studio í heimsflokki, sum hevur verið karmur um nógvar føroyskar útgávur, við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum, eitt nú Teitur Lassen, Eivør, Hamferð, norsku Vamp og Marit Larsen, og íslendsku Mezzoforte.

Nú hevur Studiobloch fingið nýtt heim á alnetinum . Nýggja heimasíðan er gjørd í samstarvi millum Nudlavirkið og C-bricks. Dentur er lagdur á, at Studiobloch fær eitt umboðandi andlit úteftir, ið lýsir frálíku karmarnar.

Heimasíðan vendir sær bæði til føroyingar og útlendingar, tí áhugin er stórur fyri hesi perluni við Skálatrøð.

Heimasíðan hevur eitt nýmótans snið og hevur til endamáls at vísa tað, ið Studio Bloch hevur at bjóða, bæði í myndum og orðum.

Á heimasíðuni spæla sosialu miðlarnir ein stóran leiklut, eitt nú verða tíðindi og myndasøvn dagførd á Facebook, og koma so beinleiðis inn á síðuna. Eisini eru bæði Spotify og Youtube sameind við studiobloch.fo

Vit ynskja Studio Bloch tillukku við heimasíðuni.

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Nudlavirkið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjar

30 ára haldið hjá Føroya Handilsskúla

logo30arTá Handilsskúlin í Marknagili fylti 30 ár, og skuldu hava móttøku, settu tey seg í samband við Nudlavirkið, at taka sær av marknaðarføringini, vit tillagaðu teirra búmerki til tiltakið, forritaðu flashlýsingar til portal.fo, in.fo og vp.fo, á Facebook samskipaðu vit marknaðarføringina og gjørdu Facebooklýsingar, eisini skrivaðu vit tíðindaskriv og gjørdu blaðlýsing at koyra í Vikublaðið.