Uppgávan var at gera eitt veggjaskelti til listasavnið á Sandi. Bumm, bumm, bumm…

Júmen, gamaní. So gera vit tað.

Listasavnið á Sandi, ið er ein byggilistarlig perla í fyrndargomlu bygdini, er karmur um nøkur av landsins listarligu stórverkum. Her fjalur seg ein nær um ósæddur bulur í føroyskari list og higartil hevur bulurin livað sína tilveru undir radarinum. Eitt paradoks, tá talan júst er um útrykk, ið eru ætlaði at verða sædd.

Stødd, snið, atlit til veður og vind, og so er bara sniðgávan eftir. Vit samdust um at skeltið skuldi vísa tað, ið húsið er fult av – list. Á eggini til estetiska spottan, tóku vit okkum saman við savnsvørinum tað listarliga frælsi at velja eitt verk innan av savninum.

Og tað er ikki bara okkurt hissini. Kvinnumynd frá 1961, eftir ongum minni enn Ingálvi av Reyni – Bumm.

Næstu ferð, ið tú vitjar sandsbygd og ávegis til handils, fært eitt parallelt tankastroyggj av, at júst her, í einari  av Føroya eldstu niðursetubygdum, hava fólk virkað, livað og matgjørt í úti við tvey túsund ár, so tak tær stundir til eitt dism av andaligari føði. Tað angrar tú ikki.

Skuldi tað ósannlíka hent, at tú angrar, kanst tú ugga teg við, at angur er ein kensla, ið stavar frá onkrum, ið tú av heilum hjartað fór inn í, men sum tú aftaná metir varð betur ógjørt. Tað er í sær sjálvum ein sansaligt víðkandi lívsroynd. Ein skapandi tilgongd, ið førkar teg eitt lítið fet nærri nirvana.

Vælkomin á listasavnið 😉