Category :Samleikar

Nudlavirkið lat Kvinnubrot í

Nudlavirkið hevur staðið fyri marknaðarføringini av nýggja, spennandi tiltakinum Kvinnubrot, sum Smæran er karmur um  í dag. 

Kvinnubrot er sermerkt við, at tiltakið leggur dent á leiklutin hjá kvinnum á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tiltakið er ætla at geva íblástur til sjálvsmenning bæði persónliga og á arbeiðsmarknaðinum.

Tað eru Mona Breckmann og Rannvá Jónsdóttir Johansen, sum skipa fyri tiltakinum og undirtøkan hevur verið avbera góð.

Nudlavirkið hevur verið strategiskur ráðgevi hjá fyrireikarunum, og her á Nudlavirkinum fegnast vit um samstarvið við hesar báðu framfýsnu ungu kvinnurnar.

Nudlavirkið hevur eisini gjørt alt tað grafiska arbeiðið í sambandi við Kvinnubrot. Vit hava á tann hátt latið tiltakið í sín grafiska samleika. Umframt hetta hevur Nudlavrkið marknaðarført Kvinnubrot á teimum talgildu miðlunum.

Vit ynskja Monu Breckmann og Rannvá Jónsdóttir Johansen góða eydnu við tiltakinum og vit eru spent til, hvat tit hava at bjóða næstuferð.

At marknaðarføra eina veruliga success

Tað hendir seg, at man fær uppgávur, ið man longu frammanundan veit, at her skal ganga øgiliga illa, skal hetta ikki gerast ein success. Soleiðis var við Havnarkortinum.

Kunningarstovan í Havn setti seg í samband við Nudlavirkið, tá gávukortið til yvir hálvthundra handlar í Havnini skuldi marknaðarførast upp til stóru jólasøluna.

Festi hevur sniðgivið sjálvt kortið. Nudlavirkið fann saman við Kunningarstovuni navnið, og stóð fyri kampanjuni fyri kortið.

Vit valdu at kampanjan skuldi endurskapa eina hugnaligan handilstúr, saman við dugnaligu myndakvinnuni Beintu á Torkilsheyggi, ið vit javnan samstarva við.

Beinta telist millum tey myndafólk, ið best dugur at skapa myndir við kenslum og stemningum. Saman vitjaðu vit handlar, kaféir og onnur støð, har Havnarkortið kann brúkast og tóku eina røð av myndum, ið gjørdust berandi í kampanjuni.

Google lýsing

Google lýsingar verða vístar kring alt alnetið, eitt nú, tá tú vitjar BT.dk

Vit valdu at lýsa í Kringvarpinum, við skeltum, á flyers, á portalum og á Google ads og Facebook. Eksponeringin var soleiðis sera umfatandi og fólk tóku væl ímóti kortinum, ið gjørdist ein av best umtóktu jólagávunum í ár.

Her stóð Nudlavirkið fyri allari framleiðslu, eitt nú av skeltum, sjónvarps-, útvarps- og netlýsingum. Umframt framleiðslu av flyers. Prentið stóð Føroyaprent fyri.

skermarhavnarkortidEitt talgilt kort krevur eisini eina heimasíðu, har til ber at kanna saldo, lesa um, hvar tað kann brúkast og annars kunna seg um kortið. Hesa heimsíðuna framleiddu vit somuleiðis. Vitjið hana á havnarkortid.fo

 

Faldari og navn til Smæruna

Nudlavirkið hjálpti Starvsmannafelagnum við arbeiðinum at gera kunningartilfar um nýggja høvuðssætið hjá Starvsmannafelagnum, ið eisini skal húsa øðrum virksemi.

Saman funnu vit navnið Smæran, ið leitar aftir til virksemið, ið var í tí partinum av húsinum, ið áður hýsti handlinum Smæran.

Í sambandi við hesa verkætlanina arbeiddu vit saman við einum teknara, Gunn Sloan Muller, ið gjørdi frálíkar vatnlitstekningar til faldaran. Henning Hjalt Nicodemussen sniðgav og setti faldaran upp.

Føroyaprent stóð fyri prentinum.

Síggj faldaran her:

Ergoterapeutarnir nýggjan samleika

Ergoterapeutfelagið hevur fingið nýggjan grafiskan samleika og nýggja heimasíðu.

Tað er Nudlavirkið, ið hevur staðið fyri arbeiðinum og vit eru errin av at ynskja Ergoterapeutfelagnum til lukku við búmerkinum og heimasíðuni.

ON, Jon og Selfie.fo

Saman við 1XPetur og Vodafone hevur Nudlavirkið staðið fyri at ment og framleitt kampanjuna fyri nýggju ON talutíðarkortunum hjá Vodafone.  Við ON kortunum fáa sjálvt tey við lítlari nýtslu av talutíð  internetið út við.

Vevstovan eitur nú Poulina

Vevstovan hjá Poulinu Jóanesardóttir er kend fyri sítt slóðbrótandi arbeiði við føroyskum klæðum, men vevstovan fevnir eisini um nógv annað, eitt nú sniðgevur Poulina handliðshitarar, slips, handskar, turriklæði og nógv annað, alt eyðmerkt av neyvleika, góðsku og spæli við litum.

1. aprílsøga: Nudlavirkið skal re-branda Kringvarpið

kringvarpLeiðslan í Kringvarpinum hevur valt Nudlavirkið sum sín samstarvsfelaga í sambandi við, at Kringvarp Føroya skal hava nýggjan samleika, herundir nýtt navn og nýtt búmerki.

Seinastu árini hava ikki farið væl við umdøminum hjá Kringvarpinum, og eitt nú hevur stór øsing verið um lisensgjaldið, og atfinningar hava eisini verið av, at Kringvarpið sendur lýsingar í kapping við privatu miðlarnar.

Egin samleiki

Ein fyritøka við virðing fyri sær sjálvari má hava eitt navn, eitt eyðkenni og gjarna eitt búmerki. Tá eg stovnaði mína fyritøku, lá tað beint til høgrabeinið at kalla hana Nudlar ella okkurt tílíkt. Mín vælvitjaði bloggur eitur nudlar.net. So hví ikki bara byggja víðari á hann. Eg kom tó skjótt til ta niðurstøðu, at tað kann vera trupult at brúka ein ofta ágangandi blogg sum inngongd til mína fyritøku.