Category :Prent

Blað til Nes kommunu

Í sambandi við, at Nes kommuna helt 50 ára føðingardagin, gjørdi Nudlavirkið í samstarvi við kommuna eitt nýtt blað um Nes kommunu.
Nudlavirkið hevur skrivað, samskipað og sett blaðið upp. Føroyaprent tók sær av at prenta, og myndirnar tók Beinta á Torkilsheyggi. Blaðið var útgivið á hátíðarhaldinum leygardagin 1. apríl.

Í blaðnum er eitt bland av praktiskum upplýsingum um kommuna, og hvat hendur í henni, og greinar um fólk og fyritøkur í kommununi. Nudlavirkið gjørdi eitt líknandi blað fyri kommuna í 2015.

Kortið til trúgva kundan

Nudlavirkið hevur gjørt átak fyri Føroya Keypsamtøku í sambandi við nýggja FK kortið, og hevur tilnevnt átakið til eitt av ársins bestu.
At átakið hevur riggað er púra greitt út frá teimum nógvu limatekningunum, ið eru gjørdar umvegis heimasíðuna, ið Nudlavirkið somluleiðis hevur gjørt fyri FK.

Átakið tekur støði í teirri frálíku støðu, at FK hevur trúgvar kundar, ið vitja handilin støðugt. Tí var fokus sett á marknaðarføring inni í handlunum, sonevnda in-store marknaðarføring. Hetta varð gjørt við standarum og skeltum, ið vit hongdu undir loftið í handlunum, eisini vóru vøruskiljararnir í kassunum brúktir, og beinleiðis kundasamband.

Hetta riggaði sera væl, ikki minst orsakað av frálíku og vinarligu starvsfólkunum í FK handlunum kring landið. Umframt in-store brúktu vit sjálvandi FK blaðið, umframt lýsingar á Facebook og Google lýsingar, og hagtølini har lúgva ikki, føroyingar elska FK.

Við frálíku myndunum hjá Beintu á Torkilsheyggi av ómetaliga fittu familjuni og grafiska arbeiðinum hjá Gramar, var restin rein avgreiðsla. Nudlavirkið takkar fyri tilnevngina og ynskir FK til lukku. Um tit vilja atkvøða um ársins átak, so trýsti niðanfyri. ‪#‎vitahvatvitgera‬

Atkvøð her

At marknaðarføra eina veruliga success

Tað hendir seg, at man fær uppgávur, ið man longu frammanundan veit, at her skal ganga øgiliga illa, skal hetta ikki gerast ein success. Soleiðis var við Havnarkortinum.

Kunningarstovan í Havn setti seg í samband við Nudlavirkið, tá gávukortið til yvir hálvthundra handlar í Havnini skuldi marknaðarførast upp til stóru jólasøluna.

Festi hevur sniðgivið sjálvt kortið. Nudlavirkið fann saman við Kunningarstovuni navnið, og stóð fyri kampanjuni fyri kortið.

Vit valdu at kampanjan skuldi endurskapa eina hugnaligan handilstúr, saman við dugnaligu myndakvinnuni Beintu á Torkilsheyggi, ið vit javnan samstarva við.

Beinta telist millum tey myndafólk, ið best dugur at skapa myndir við kenslum og stemningum. Saman vitjaðu vit handlar, kaféir og onnur støð, har Havnarkortið kann brúkast og tóku eina røð av myndum, ið gjørdust berandi í kampanjuni.

Google lýsing

Google lýsingar verða vístar kring alt alnetið, eitt nú, tá tú vitjar BT.dk

Vit valdu at lýsa í Kringvarpinum, við skeltum, á flyers, á portalum og á Google ads og Facebook. Eksponeringin var soleiðis sera umfatandi og fólk tóku væl ímóti kortinum, ið gjørdist ein av best umtóktu jólagávunum í ár.

Her stóð Nudlavirkið fyri allari framleiðslu, eitt nú av skeltum, sjónvarps-, útvarps- og netlýsingum. Umframt framleiðslu av flyers. Prentið stóð Føroyaprent fyri.

skermarhavnarkortidEitt talgilt kort krevur eisini eina heimasíðu, har til ber at kanna saldo, lesa um, hvar tað kann brúkast og annars kunna seg um kortið. Hesa heimsíðuna framleiddu vit somuleiðis. Vitjið hana á havnarkortid.fo

 

Hvør hevur ikki tørv á einum handverkara?

Í nýggjastu útgávu av Kvinnu, hava vit hesa lýsing fyri okkara góða kunda Havnar Træsmiðju.

Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan træsmíð og snikkaraarbeiði.

Seinasta árið hevur Nudlavirkið umsitið marknaðarføringina hjá teimum.

 

Les um átak fyri Havnar Træsmiðju her

IMG_1479Áðrenn hava vit gjørt m.a. facebookkampanju, útvarpskampanju, klædnaprent, faldara og lýsingar fyri Havnar Træsmiðju.

Vanliga er grundhugsjónin tann sama, at frálíka dygdarhandverkið selir seg sjálvt, og vit hava tí fyrst og fremst víst fólki handverkið.

Men til jólablaðið hjá Kvinnu valdu vit at gera eina lýsing, ið var eitt sindur stuttligari.

Havandi í huga, at høvuðslesaraskarin eru vaksnar kvinnur, so hildu vit hendan vinkulin vera eitt sindur stuttligan.

Sum í Facebook-kampanjunum, ið vit hava gjørt fyri Havnar Træsmiðju, er tað frálíki Ólavur Frederiksen, ið hevur staðið handan myndatólið.

Modellin er Katrin Danielsen og handverkarin er Ludvík Súnason, ið er eitt av dugnaligu starvsfólkunum á Havnar Træsmiðju.

Laila Carlssen á Karinsa hevur staðið fyri make up til myndatøkuna. Henning Nicodemussen hevur sett lýsingina upp.

Snøgg lýsing fyri snøggan bil í snøggum tíðarriti

Wenzel, ið umboðar Volvo og Ford í Føroyum, skuldi hava lýsing í Kvinnu, ið telist millum snøggastu tíðarrit í Føroyum. Tí valdu vit saman við Wenzel at lýsa við tí ótrúliga snøgga bilinum Volvo V40. Volvo hevur fastar karmar at arbeiða innanfyri, og vit føroyskaðu tí hesa snøggu lýsing.

 

Blað um Nes kommunu

Í sambandi við Faroexpo 2015 er nýggja blaðið um Nes kommunu tøkt. Blaðið lýsir lívið í kommununi. Tað er gjørt í samstarvi við Nudlavirkið, og myndirnar hevur dugnaliga myndakvinnan av Nesi Beinta á Torkilsheyggi tikið. Ning hevur staðið fyri sniðgeving og uppseting.

 

Fult talufrælsið til tey ungu

Nudlavirkið hevur saman við toyminum á Vodafone Føroyar, Miriam & Janus Photography, FriisFrame og 1xPetur skapt kampanjuna fyri RED Ung, ið er eitt bíligari RED hald til ung og lesandi,

Kampanjan fevnir um eitt myndaunivers, online- og prentlýsignar, prentlutir, skeltir og eina sjónvarslýsing. Alt ber boðskapin um, at børn og ung nú hava møgulleikan at njóta ágóðar sum fría talu, frí sms og 300 MB av internetið, uttan vanda fyri eykarokningum.

Vevstovan eitur nú Poulina

Vevstovan hjá Poulinu Jóanesardóttir er kend fyri sítt slóðbrótandi arbeiði við føroyskum klæðum, men vevstovan fevnir eisini um nógv annað, eitt nú sniðgevur Poulina handliðshitarar, slips, handskar, turriklæði og nógv annað, alt eyðmerkt av neyvleika, góðsku og spæli við litum.

Faldari til Dagstovnin á Hamrinum

Dagstovnurin á Hamrinum hevði tørv á, at kunningartilfarið um stovnin gjørdist betri. Stovnurin liggur í vøkrum umhvørvi, út til náttúru á einari síðu og býin á hinari síðuni.

Stovnurin er vældámdur og starvsfólk og leiðsla taka námsfrøðiligu uppgávurnar í størsta álvara, men við neyðugum vinsemi og opinleika. Á tann hátt skapa tey hvønn dag eitt gott umhvørvi fyri børnini á stovninum. Hetta vita tey, ið brúka stovnin, men neyðugt var at fáa boðskapin út til tey, ið hava møguleika at velja stovnin, sum dagsstovn hjá sínum børnum.

Forskúlin á Argjahamri

Tá Skúlin á Argjahamri skuldi kunna foreldur í Tórshavnar kommunu um, at skúlin hevur forskúla komandi ár, heittu tey á Nudlavirkið um hjálp. Vit avgjørdu at gera ein kunnandi faldara, ið við myndum og orðum lýsti forskúlan og frítíðarskúlan, har forskúlabørnini eru helvtina av tíðini.