Category :Heimasíðir

Heim á netinum til danskan tannlækna

Í gjár kom heimasíðan oelandshus.dk út á netið, heimasíðan hjá tannlæknunum í Ølandshus í Ølandsgade á Amager, har nógvir føroyingar munnu hava fingið sínar tenn pyntaðar og hjálptar uppá.

Tá hesir tannlæknar skuldu finna sær ein nýggja heimasíðuveitara fall valið á Nudlavirkið, ið saman við WordPresshjælpen hevur staðið fyri heimasíðuger og hava samskipa tilhoyrandi myndatøku.

Vit ynskja Tandægerne i Ølandshus til lukku við heimasíðuni.

Hon hann vitjast her

Kortið til trúgva kundan

Nudlavirkið hevur gjørt átak fyri Føroya Keypsamtøku í sambandi við nýggja FK kortið, og hevur tilnevnt átakið til eitt av ársins bestu.
At átakið hevur riggað er púra greitt út frá teimum nógvu limatekningunum, ið eru gjørdar umvegis heimasíðuna, ið Nudlavirkið somluleiðis hevur gjørt fyri FK.

Átakið tekur støði í teirri frálíku støðu, at FK hevur trúgvar kundar, ið vitja handilin støðugt. Tí var fokus sett á marknaðarføring inni í handlunum, sonevnda in-store marknaðarføring. Hetta varð gjørt við standarum og skeltum, ið vit hongdu undir loftið í handlunum, eisini vóru vøruskiljararnir í kassunum brúktir, og beinleiðis kundasamband.

Hetta riggaði sera væl, ikki minst orsakað av frálíku og vinarligu starvsfólkunum í FK handlunum kring landið. Umframt in-store brúktu vit sjálvandi FK blaðið, umframt lýsingar á Facebook og Google lýsingar, og hagtølini har lúgva ikki, føroyingar elska FK.

Við frálíku myndunum hjá Beintu á Torkilsheyggi av ómetaliga fittu familjuni og grafiska arbeiðinum hjá Gramar, var restin rein avgreiðsla. Nudlavirkið takkar fyri tilnevngina og ynskir FK til lukku. Um tit vilja atkvøða um ársins átak, so trýsti niðanfyri. ‪#‎vitahvatvitgera‬

Atkvøð her

At marknaðarføra eina veruliga success

Tað hendir seg, at man fær uppgávur, ið man longu frammanundan veit, at her skal ganga øgiliga illa, skal hetta ikki gerast ein success. Soleiðis var við Havnarkortinum.

Kunningarstovan í Havn setti seg í samband við Nudlavirkið, tá gávukortið til yvir hálvthundra handlar í Havnini skuldi marknaðarførast upp til stóru jólasøluna.

Festi hevur sniðgivið sjálvt kortið. Nudlavirkið fann saman við Kunningarstovuni navnið, og stóð fyri kampanjuni fyri kortið.

Vit valdu at kampanjan skuldi endurskapa eina hugnaligan handilstúr, saman við dugnaligu myndakvinnuni Beintu á Torkilsheyggi, ið vit javnan samstarva við.

Beinta telist millum tey myndafólk, ið best dugur at skapa myndir við kenslum og stemningum. Saman vitjaðu vit handlar, kaféir og onnur støð, har Havnarkortið kann brúkast og tóku eina røð av myndum, ið gjørdust berandi í kampanjuni.

Google lýsing

Google lýsingar verða vístar kring alt alnetið, eitt nú, tá tú vitjar BT.dk

Vit valdu at lýsa í Kringvarpinum, við skeltum, á flyers, á portalum og á Google ads og Facebook. Eksponeringin var soleiðis sera umfatandi og fólk tóku væl ímóti kortinum, ið gjørdist ein av best umtóktu jólagávunum í ár.

Her stóð Nudlavirkið fyri allari framleiðslu, eitt nú av skeltum, sjónvarps-, útvarps- og netlýsingum. Umframt framleiðslu av flyers. Prentið stóð Føroyaprent fyri.

skermarhavnarkortidEitt talgilt kort krevur eisini eina heimasíðu, har til ber at kanna saldo, lesa um, hvar tað kann brúkast og annars kunna seg um kortið. Hesa heimsíðuna framleiddu vit somuleiðis. Vitjið hana á havnarkortid.fo

 

Hvør hevur ikki tørv á einum handverkara?

Í nýggjastu útgávu av Kvinnu, hava vit hesa lýsing fyri okkara góða kunda Havnar Træsmiðju.

Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan træsmíð og snikkaraarbeiði.

Seinasta árið hevur Nudlavirkið umsitið marknaðarføringina hjá teimum.

 

Les um átak fyri Havnar Træsmiðju her

IMG_1479Áðrenn hava vit gjørt m.a. facebookkampanju, útvarpskampanju, klædnaprent, faldara og lýsingar fyri Havnar Træsmiðju.

Vanliga er grundhugsjónin tann sama, at frálíka dygdarhandverkið selir seg sjálvt, og vit hava tí fyrst og fremst víst fólki handverkið.

Men til jólablaðið hjá Kvinnu valdu vit at gera eina lýsing, ið var eitt sindur stuttligari.

Havandi í huga, at høvuðslesaraskarin eru vaksnar kvinnur, so hildu vit hendan vinkulin vera eitt sindur stuttligan.

Sum í Facebook-kampanjunum, ið vit hava gjørt fyri Havnar Træsmiðju, er tað frálíki Ólavur Frederiksen, ið hevur staðið handan myndatólið.

Modellin er Katrin Danielsen og handverkarin er Ludvík Súnason, ið er eitt av dugnaligu starvsfólkunum á Havnar Træsmiðju.

Laila Carlssen á Karinsa hevur staðið fyri make up til myndatøkuna. Henning Nicodemussen hevur sett lýsingina upp.

Snøgga heimasíðu til kontridrotningina

Tá Kristina Bærendsen hevði brúk fyri eini heimasíðu, so ringdi hon til Nudlavirkið, og nú tvær vikur eftir er nýggja Kristina.fo komin á alnetið.

Føroya fremsta kvinnuliga kontri-rødd gav í desember sína fyrstu enskmæltu fløgu út sum einstaklingur. Hon er komin langt, síðan hon byrjaði at gera um seg, sum unga sjarmerandi kórdaman hjá kontrikonginum Halli Joensen. Hon bleiv tá ofta rópt kontriprinsessan, men við sínum soloútgávum og hevur hon væl og virðiliga víst, at hon er drotning nú.

Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tí er nýggja heimasíðan hjá Kristinu eisini tøk á bæði donskum og enskum.

Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja kykmyndalagið hjá Kristinu, Johnson City og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini kann man hoyra tónleik umvegis Spotify, og síggja yvirlit yvir fløgur, eins og konsertskráin hjá henni komandi mánaðirnar skjótt verður kunngjørd á heimasíðuni.

Vit ynskja Kristinu til lukku við heimasíðuni, og góða eydnu við síni spennandi yrkisleið.

Marknaðarføring av einum dygdarveitara

Havnar Træsmiðja setti seg seint í fjør í samband við Nudlavirkið um hjálp við marknaðarføringini. Hetta er ein dygarveitari av snikkaraarbeiði, ið hevði tørv á, at gera meira vart við sítt arbeiði og við, at tey vóru til.

Vit valdu eina loysn, har vit sameintu online marknaðarføring á eitt nú Google Ads og Facebook við útvarpslýsingar á Rás 2 og Kiss FM.

Tjóðveldi brynjað á alnetinum til valstríðini

Valár er, og í hesum sambandi hevur Tjóðveldi dagført síni online amboð, nýggjasti partur av hesum arbeiði er spildur nýggja heimasíðan, ið Nudlavirkið hevur gjørt.

Heimasíðan brynjar flokkin til valstríðið, og fer uttan iva at gerast ein miðdepil í onlinepartinum av valstríðnum.

Reinsaríið latið upp á netinum

1. november, sama dag sum Reinsaríið lat upp fyri almenninginum, lat heimasíðan reinsariid.fo eisini upp, ein heimasíða, ið lýsir virksemið hjá Reinsarínum og Perluni.

Vitjið Reinsaríið á netinum beint her.

Tað er Nudlavirkið, ið hevur ment síðuna til nýggja spælistaðið í Tórsgøtu. Síðan tekur støði í virkseminum á Reinsarínum og Perluni, her er tiltakskalendarin avgerandi, og til ber beinanvegin at fáa yvirlit yvir, hvat er á skránni komandi mánaðirnar.

Ergoterapeutarnir nýggjan samleika

Ergoterapeutfelagið hevur fingið nýggjan grafiskan samleika og nýggja heimasíðu.

Tað er Nudlavirkið, ið hevur staðið fyri arbeiðinum og vit eru errin av at ynskja Ergoterapeutfelagnum til lukku við búmerkinum og heimasíðuni.

ON, Jon og Selfie.fo

Saman við 1XPetur og Vodafone hevur Nudlavirkið staðið fyri at ment og framleitt kampanjuna fyri nýggju ON talutíðarkortunum hjá Vodafone.  Við ON kortunum fáa sjálvt tey við lítlari nýtslu av talutíð  internetið út við.