Category :Filmur

Ílatin til 20 ára føðingardag

Pizza 67 fylti ár, ja, 20 ár nú týsdagin, og Nudlavirkið lat tey í til dagin.

Hetta varð hildið við einum sonnum pitsubraki, tá 1.335 føroyingar ótu líka nógvar pitsur.

Marknaðarføring, tíðindaskriv, myndatøka, ballónir og gávur til gestinar var bara nakað av øllum tí, ið vit gjørdu. Í samráð við Henning Nicodemussen, varð eitt jubileumsbúðmerki sniðgivið, og sett á bæði gávulutir, klæði og á stóra føðingardagsveggin. Vit hava filmað, klipt og stroymað stóra dagin live á Facebook.

Vit ynskja Pizza 67 til lukku við teimum fyrstu 20 árunum, og takka fyri góða samstarvið, ið vit hava havt seinastu trý árini. Nettup í dag 21. september er dagurin, tá okkara samstarv byrjaði. Hetta hevur verið stuttligt, spennandi og ikki minst vælsmakkandi.

Pizza 67 fylti 20 ár

Ein herligur 20 ára føðingardagur er farin afturum, fult av føðingardagsgestum frá vit lótu dyrnar upp kl. 12 og til deiggið var uppi kl. 20. Takk fyri dagin øll somul.

Posted by Pizza 67 on Tuesday, 18 September 2018

Ein øðrvísi starvslýsing 

Mangulin á landmátarum og landinspektørum er alstórur bæði í Føroyum og grannalondunum. Tá Umhvørvisstovan skuldi seta tvey størv sum hjálparfólk innan hetta økið, fekk Nudlavirkið uppgávuna at gera eina lýsing.

Hetta eydnaðist sera væl – ikki nóg mikið við, at umleið 50.000 fólk hugdu at lýsingini, Umhvørvisstovan fekk nógvar umsóknir og setti tvey dugnalig fólk í starv.

Her er talan um fjølbroytt og spennandi starv, og tí var upplagt at velja ein spennandi lýsingarleist.

Tá ein av uppgávunum hjá landmátarum og inspektørum er at flúgva við dronu, og man skamt omanfyri Umhvørvisstovuna hevur eitt økið, ið stendur í blómandi vøkstri, so var skjótt frá hugskoti til framleiðslu.

Marjun Eysturoy, ið júst var liðugt útbúgvin sum landinspektør, var á veg heim til Føroyar, og ein frálíkan sólskinsdag fóru vit við Marjuni, eini dronu og eini ætlan niðan í nýggjastu útstykkingina undir Kongavarða.

Ímillum sprongihettur, gummigeitir og buldosarar filmaði dronan Marjuna, nýggju útstykkingina, næstnýggjastu útstykkingina har nógv hús longu eru í gerð, nýggju ítróttarhøllina, nýggju raðhúsini, upprunaligu raðhúsini og háhúsini, havnaútbyggingina, nýggju brúnna um Sandá, Glasir, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan, alt arbeiði, ið hava havt tørv á landmátarum og inspektørum.

Vit ynskja nýggju hjálparfólkunum á Umhvørvisstovuni góða eydnu við starvinum  og vóna, at lýsingin eisini hevur gjørt ung fólk varug við, at landmátaraútbúgvingin er ein spennandi lívsleið.

 

Nýtt búmerki til Skeiva Pakkhús

Vit hava sniðgivið nýggja búmerkið hjá Skeiva Pakkhúsi. Sermerkta pakkhúsið, í náttúruvakra umhvørvinum við Rættará, hevur eina langa søgu. Upprunaliga var pakkhúsið kolagoymsla hjá Valdemar Lützen frá einaferð í 1920´unum, og sæst hetta aftur í hølunum, ið eru varðveitt í gamla, søguliga stílinum, har grótveggirnir enn eru svartir í koladusti og loftið er skeivt. Skeiva loftið gevur bygninginum eina sera eyðkenda og sermerkta skuggamynd. Hendan sama skuggamynd er íblásturin til búmerkið.

Ghost Notes hevur gjørt tónleikin til filmin.

Hvat er XBRL?

Tá Taks stóð við avbjóðingini at kunna um, at partafeløg og smápartafeløg nú skulu lata sínar rokniskapir inn sum XBRL fílu afturat vanligu PDF fílunum, var tað uppskotið til átak hjá Nudlavirkinum, ið varð valt.

Hugskotið var at gera filmlýsingar, ið gagnnýttu manglandi vitanina um XBRL. Har man brúkar spontanu reaktiónina hjá føroyskum vinnulívsfólki, tá tey sóu stavirnir XBRL fyrstu ferð.

Sjálvt átakið bleiv ment í tøttum samstarvi við Taks. Filming og klipping var sum vant hjá Nudlavirkinum gjørt í samstarvi við Friisframe. Myndaverkstaðið tók stillmyndir og hjálpti við set design.

 

Dukkuheimur til familjuna

Nudlavirkið hevur staðið fyri nýggja átakinum fyri RED Familja hjá Vodafone. Átakið sæst í miðlunum í løtuni, og umfatar alt frá netlýsingum til stórprent á handlarnar. Men berandi parturin av átakinum eru filmlýsingarnar, ið bróta upp úr nýggjum í føroyskum høpi, við dukkusjónleiki.

 

Hugskot: Nudlavirkið við Niels Una Dam, Poul Clementsen og Henning Nicodemussen
Framleiðsla: Nudlavirkið og Friis Frame
Dukkusmið – Anna Kristin Bæk, Laila Carlsen og Matthies Spielprodukte
Leikrit: Poul Clementsen, Niels Uni Dam, Eyðfinn Drewsen og Jensina Olsen
Pallmynd og props: FriisFrame
Leikstjórn, filming og klipping: FriisFrame
Dukkuførarar: Rakel Helmsdal, Durita Fagradal Augustinussen, Felisia J. Helmsdal, Hanna Vang og Niels Uni Dam
Røddir: Jensina Olsen
Lýsingalesari: Gunn Sloan Muller
Ljóð: Jón McBirnie og Jónas Bloch Danielsen í Studio Bloch
Hølið: Sjónleikarahúsið í Havn
Myndatøka: Beinta á Torkilsheyggi
Sniðgeving: Henning Nicodemussen á Nudlavirkinum og Gunn Sloan Muller

At marknaðarføra eina veruliga success

Tað hendir seg, at man fær uppgávur, ið man longu frammanundan veit, at her skal ganga øgiliga illa, skal hetta ikki gerast ein success. Soleiðis var við Havnarkortinum.

Kunningarstovan í Havn setti seg í samband við Nudlavirkið, tá gávukortið til yvir hálvthundra handlar í Havnini skuldi marknaðarførast upp til stóru jólasøluna.

Festi hevur sniðgivið sjálvt kortið. Nudlavirkið fann saman við Kunningarstovuni navnið, og stóð fyri kampanjuni fyri kortið.

Vit valdu at kampanjan skuldi endurskapa eina hugnaligan handilstúr, saman við dugnaligu myndakvinnuni Beintu á Torkilsheyggi, ið vit javnan samstarva við.

Beinta telist millum tey myndafólk, ið best dugur at skapa myndir við kenslum og stemningum. Saman vitjaðu vit handlar, kaféir og onnur støð, har Havnarkortið kann brúkast og tóku eina røð av myndum, ið gjørdust berandi í kampanjuni.

Google lýsing

Google lýsingar verða vístar kring alt alnetið, eitt nú, tá tú vitjar BT.dk

Vit valdu at lýsa í Kringvarpinum, við skeltum, á flyers, á portalum og á Google ads og Facebook. Eksponeringin var soleiðis sera umfatandi og fólk tóku væl ímóti kortinum, ið gjørdist ein av best umtóktu jólagávunum í ár.

Her stóð Nudlavirkið fyri allari framleiðslu, eitt nú av skeltum, sjónvarps-, útvarps- og netlýsingum. Umframt framleiðslu av flyers. Prentið stóð Føroyaprent fyri.

skermarhavnarkortidEitt talgilt kort krevur eisini eina heimasíðu, har til ber at kanna saldo, lesa um, hvar tað kann brúkast og annars kunna seg um kortið. Hesa heimsíðuna framleiddu vit somuleiðis. Vitjið hana á havnarkortid.fo

 

At marknaðarføra eina tøkniliga kollvelting

Tá Vodafone skuldi kollvelta fartelefon marknaðin við 4G, so var tað sum vant Nudlavirkið og 1XPetur, ið vórðu vald at menna átakið í samráð við Vodafone.

Átakið sæst á flestu miðlum í løtuni, umframt á Torginum í SMS, har kundar stóðu í røð fyri at royna 4G og skifta til Vodafone, tá Nudlavirkið kom framvið í dag

Í dag  hvarv stavnsbandið, ið telefeløg høvdu á telefonnumrum, tí kunnu fólk nú skifta felag og hald, uttan at skula skifta telefonnummar. Tí er tað vorðið nógv lættari at skifta nummar.

Átakið koyrir á nógvum ymiskum miðlum, ikki minst á sjónvarpsmiðlinum, har hendan lýsingin sæst. Tað er FriisFrame, ið hevur framleitt sjónvarpslýsingina saman við Nudlavirkinum og 1XPetur.

Fult talufrælsið til tey ungu

Nudlavirkið hevur saman við toyminum á Vodafone Føroyar, Miriam & Janus Photography, FriisFrame og 1xPetur skapt kampanjuna fyri RED Ung, ið er eitt bíligari RED hald til ung og lesandi,

Kampanjan fevnir um eitt myndaunivers, online- og prentlýsignar, prentlutir, skeltir og eina sjónvarslýsing. Alt ber boðskapin um, at børn og ung nú hava møgulleikan at njóta ágóðar sum fría talu, frí sms og 300 MB av internetið, uttan vanda fyri eykarokningum.