Category :Avrik

Tórsgøta nú við spildurnýggjari heimasíðu og búmerki

Vit kenna øll Reinsaríið, ið helst hevur verið eitt tað virknasta spælistað í landinum. Hæddarpunktini hava verið nógv og alt frá tónleiki, bókaframløgum, framsýningum til føroyskan dans, hava fylt hugnaligu hølini, sum eru vorðin ein mentanarligur miðdepil fyri ung sum gomul. Síðani er Tórsgøta tó ment sera nógv, og fevnir hon nú eisini um spælistøðini Auluna í Finsen, Perluna, Perlutúnið, Ostahúsið Atelier, Ostahúsið Kjallaran og Garasjuna. Øll hølir, ið eru vorðin ein livandi karmur um tónleik og undirhald í miðbýnum. Av hesi somu orsøk, hildu vit, at tað var uppá sítt pláss, at Tórsgøta fekk eina heimasíðu, ið savnaði alt virksemið á gøtuni og samstundis var umboðandi fyri øll hesi spælistøð, ið nú hava funnið sín samleika saman og hvør sær.

Til eina nýggja heimasíðu er ikki minni enn hóskandi við nýggjum búmerki. Í hesum sambandi hevur Nudlavirkið eisini gjørt eitt nýtt snotiligt búmerki til Tórsgøtu, sum skal tryggja mentanarmiðdeplinum ein grafiskan og afturkenniligan samleika. 

Nýggja heitið á heimasíðuni er torsgota.fo og har verður hildið áfram at veita øllum vitjandi kunning og dagføringar um øll tey spennandi tiltøk og hendingar, sum Tórsgøta hevur at bjóða uppá.

Nýtt búmerki til Skeiva Pakkhús

Vit hava sniðgjørt nýggja búmerkið hjá Skeiva Pakkhúsi. Sermerkta pakkhúsið, í náttúruvakra umhvørvinum við Rættará, hevur eina langa søgu. Upprunaliga var pakkhúsið kolagoymsla hjá Valdemar Lützen frá einaferð í 1920´unum, og sæst hetta aftur í hølunum, ið eru varðveitt í gamla, søguliga stílinum, har grótveggirnir enn eru svartir í koladusti og loftið er skeivt. Skeiva loftið gevur bygninginum eina sera eyðkenda og sermerkta skuggamynd. Hendan sama skuggamynd er íblásturin til búmerkið.

Ghost Notes hevur gjørt tónleikin til filmin.

Ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni í nýggjum hami

Nudlavirkið hevur givið ársfrágreiðingini hjá løgtingsins umboðsmanni nýtt snið. Við stuttum frásagnum og greinum, lýsir ársfrágreiðingin mál, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2017. Vit hava frískað frágreiðingina upp við nýggjum grafum og myndum, sum skulu lýsa virksemið hjá umboðsmanninum á ein betri og meira nútíðarhóskandi hátt, og samstundis geva eina greiðari mynd av virkseminum hjá umboðsmanninum.

Ársfrágreiðingin liggur eisini á heimasíðu umboðsmansins www.lum.fo

Tað er Beinta á Torkilsheyggi sum hevur tikið myndirnar til nýggju ársfrágreiðinga.

Vit ynskja øllum lesarum góðan, greiðan og upplýsandi lestur.

Skeltir til Kvívíkar

Nú er lættari hjá fólki at finna veg í Kvívík, Nudlavirkið hevur skeltað søguríku bygdina, soleiðis at vitjandi finna tað, ið tey leita eftir.

Kvívík kom á landakortið fyri nøkrum árum síðan, sum besta pokemon mið í Føroyum, tí bygdin er so á tremur við mentanararvi, at nærum hvørt gøtuhorn varð eitt pokemon stop. Hetta gjørdi, at ungir føroyingar í hópatali valfartaðu til hugnaligu bygdina.

Pokemon dillan er langt síðan farin framvið, men mentanararvurin er tann sami, og henda koma útlendingar og føroyingar í stórum tali enn til Kvívíkar at uppliva.


Tá Kvívíkar kommuna vendi sær til Nudlavirkið, var tað fyri at finna eina góða loysn at vísa fólki hvar tílíkt sum Víkingagrevsturin, Kirkjan, minnisvarðar og bygdasøvn vóru.

Saman funnu vit eina verðurgóða og lættskilliga loysn, ið hóskaði seg til júst Kvívík.

Kommunan valdi í samráð við okkum tvey kunningarskelti, ið standa, har ferðafólk koma til bygdina. Annað er við bygdahúsið og hitt við busssteðgistaðið.

Vit ynskja kvívíkingum eitt gott summar, og øllum teirra gestum góðar lættfunnar upplivingar.

Nýggj heimasíða og átak fyri blóðgevar

Nudlavirkið hevur seinastu tíðina arbeitt saman við felagnum Blóðgevar, um eitt átak fyri at fáa fleiri føroyingar at geva blóð. Í fyrradagin, 28. februar, varð átakið verksett og samstundis varð nýggja heimasíðan hjá felagnum virkin.

Í dag eru um 4% av føroyingum blóðgevar. Hvør blóðgevi kann geva blóð 2 til 4 ferðir um árið. Tó eru umstøður, ið gera, at blóðgevar fara í bíðistøðu, eitt nú í sambandi við ferðir, sjúku, barnsburð og annað.

Tí eru ov fáir blóðgevar í landinum í mun til tørvin og tað verður støðugt innflutt blóð til Føroyar. Málið hjá Felagnum Blóðgevum er at økja talið á blóðgevum til okkurt um 5% av føroyingum.

Á hvørjum ári, eru nógvir føroyingar, ið fáa blóð úr føroyska blóðbankanum og tí er skipanin við blóðgevum so sera týdningarmikil.

Í átakinum koma fólk til orðana, ið hava fingið blóð, tá tað stóð um lív hjá teimum. Eyðmjúk, takksom og á lívi, takka tey ónevndu blóðgevunum fyri hjálpina. Við at seta andlit á nakrar av nógvu sólskinssøgunum, minna vit fólk á týdningin av at geva blóð.

Heimasíðan gevblod.fo er ment av Nudlavirkinum og C-Bricks. Hon er nú tøk á netinum og virkar sum karmur um átakið, ið eisini verður marknaðarført á Facebook.

Tað er Beinta á Torkilsheyggi, ið hevur tikið myndirnar til átakið, ið Nudlavirkið hevur ment.

Vit ynskja Felagnum Blóðgeva til lukku við heimasíðuni og góða eydnu við átakinum.

40.000 postkort til hiking.fo

Í dag fekk hiking.fo síni 40.000 postkort. Tað var annars í mai í fjør, at hiking.fo fekk 20.000 postkort frá Nudlavirkinum, longu í september vóru hesi uppi. Tí hava vit tvífaldað talið í ár.

Ein spurningur, ið skapar kjak

Nudlavirkið hevur hjálpt SSP, Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasølu landsins, Føroya Bjór og Okkara við nýggja átakinum, ið varpar ljós á foreldraleiklutin, tá ung drekka.

Postkortið við spurninginum til foreldrini hevur longu vakt ans, og kjakið á sosialu miðlunum er nógv. Eisini siðbundnu miðlarnir hava tikið málið upp, og í útvarpinum var kjak um hetta málið mánamorgunin.

50.000 áskoðarar til mótakapping í Østrøm

Stúgvandi full høli á Østrøm til mótasýningina leygarkvøldið. Stúgvandi full høli til framløgurnar fyri dómsnevndini leygardagin, og ein sonn success á online miðlunum. Hetta var úrslitið, tá Nudlavirkið tók sær av at marknaðarføra og dokumentera stóru norðurlendsku sniðgevarakappingina Blue Fashion Challenge.

Tilsamans 14 videoir og 140 myndir vórðu lagdar á Facebook síðuna hjá Nora, og bæði føroyingar og umheimurin fylgdu við.

50.200 fólk hugdu at videobrotunum, ið Nudlavirkið framleiddi. Ikki færri enn 47.930 valdu at deila, dáma ella trýsta á eina mynd ella tekstbita um tiltakið, og 109.020 fólk hava fylgt við í tíðarskeiðinum, meðan Blue Fashion Challenge var.

Størstu hyggjaratølini vóru til stóru mótasýningina og til framløguna av sniðunum fyri dómarapanelinum. 9.700 hugdu at mótasýningini og 7.500 at framløguni.

Nudlavirkið sendi live á Facebook frá øllum døgunum meðan kappingin var, og vit løgdu eisini myndir og støðumetingar út, meðan kappingin var.

Umframt arbeiðið við at skapa innihald, so stóð Nudlavirkið eisini fyri online lýsingum, á Facebook vóru lýsingarnar fyri Blue Fashion Challenge vístar 17.702 ferðir og 1.239 ferðir kliktu fólk á tær.

Á Google vóru lýsingarnar vistar 655.000 ferðir og 825 fólk kliktu seg inn á tiltakið.

Jákup Sørensen samkipari

– Vit heittu á Nudlavirkið um at standa fyri on-line marknaðarføringini. Vit eru stak væl nøgd við teirra arbeiðið. Hvønn dagin vóru fleiri enn 100 vitjandi inni á gólvinum og hugdu at tí, sum sniðgevarnir gjørdu og til tey bæði tiltøkini leygardagin vóru nógv fleiri fólk, enn vit høvdu væntað og vónað. Og so ikki um at tala stroymingin, fleiri enn 50.000 fólk hava sæð stroymingina hjá okkum, tað hugsi eg ikki nakar kundi ímynda sær, segði Jákup Sørensen, hjá Nora, ið samskipaði Blue Fashion Challenge.

The fashion show and announcement of the winners, Blue Fashion Challenge 2017 🏆

Posted by NORA on Saturday, 26 August 2017

 

 

Finna fosturfamiljur

Á Nudlavirkinum elska vit samskiftisuppgávur, og tá samskiftast skal um okkurt gagnligt, og okkurt, ið hjálpir teimum veikaru í samfelagnum, so kennist tað uppaftur betri. Tá talan so eisini er um væleydnað samskifti, har tað veruliga ger mun, so gerst tað neyvan betri.

Soleiðis hava vit tað, nú í sambandi við átakið, ið vit hava gjørt fyri Barnaverndarstovuna, fyri at finna fosturfamiljur. Barnaverndarstova Føroya skrivar soleiðis:

Mánadagin 21. august var kunningarfundur fyri teimum, sum hava víst áhuga fyri at gerast fosturforeldur í sambandi við lýsingarátakið hjá Barnaverndarstovuni í summar.

Vit fegnast um áhugan, ið prógvar, at tað veruliga er hjartarúm millum fólk kring landið. Farið verður komandi tíðina undir at tosa nærri við tey áhugaðu um, hvussu tey kunnu fáa góðkenning sum fosturforeldur. Tá fólk eru góðkend sum fosturforeldur, koma tey í upp í yvirlitið hjá Fosturforeldraskipanini, sum verður nýtt, tá fosturforeldur skulu finnast, ið hóska til einstaka barnið.

Annars ber altíð til at venda sær til Barnaverndarstovuna hjá teimum, ið hava hug at gerast fosturforeldur, og fáa meira at vita.

Átakið hevur rigga væl, og rættiliga nógvar familjur hava vent sær til Barnaverndarstovuna.

Hvat er XBRL?

Tá Taks stóð við avbjóðingini at kunna um, at partafeløg og smápartafeløg nú skulu lata sínar rokniskapir inn sum XBRL fílu afturat vanligu PDF fílunum, var tað uppskotið til átak hjá Nudlavirkinum, ið varð valt.

Hugskotið var at gera filmlýsingar, ið gagnnýttu manglandi vitanina um XBRL. Har man brúkar spontanu reaktiónina hjá føroyskum vinnulívsfólki, tá tey sóu stavirnir XBRL fyrstu ferð.

Sjálvt átakið bleiv ment í tøttum samstarvi við Taks. Filming og klipping var sum vant hjá Nudlavirkinum gjørt í samstarvi við Friisframe. Myndaverkstaðið tók stillmyndir og hjálpti við set design.