Vit liva í einari talgildari verð, og hetta broytist helst ikki fyribils. Talgildir miðlar gerast ein alsamt størri partur av gerðandisdegnum hjá okkum og børnum okkara. Tí er nýggji faldarin hjá SSP nú úti við góðum ráðum til foreldur, at børnum í aldrunum 0-18 ár.

Faldarin tekur støði í donskum faldara um sama evni. Vit á Nudlavirkinum hava, umframt at seta upp nýggja faldaran og fyriskipan av prenti, eisini teknað myndirnar av nýggjum við føroyskum sjónarhorni, so tær hóska betur til føroysk viðurskifti.

Við vón um sunnari miðlavanar.

 

Viðmerking