Mangulin á landmátarum og landinspektørum er alstórur bæði í Føroyum og grannalondunum. Tá Umhvørvisstovan skuldi seta tvey størv sum hjálparfólk innan hetta økið, fekk Nudlavirkið uppgávuna at gera eina lýsing.

Hetta eydnaðist sera væl – ikki nóg mikið við, at umleið 50.000 fólk hugdu at lýsingini, Umhvørvisstovan fekk nógvar umsóknir og setti tvey dugnalig fólk í starv.

Her er talan um fjølbroytt og spennandi starv, og tí var upplagt at velja ein spennandi lýsingarleist.

Tá ein av uppgávunum hjá landmátarum og inspektørum er at flúgva við dronu, og man skamt omanfyri Umhvørvisstovuna hevur eitt økið, ið stendur í blómandi vøkstri, so var skjótt frá hugskoti til framleiðslu.

Marjun Eysturoy, ið júst var liðugt útbúgvin sum landinspektør, var á veg heim til Føroyar, og ein frálíkan sólskinsdag fóru vit við Marjuni, eini dronu og eini ætlan niðan í nýggjastu útstykkingina undir Kongavarða.

Ímillum sprongihettur, gummigeitir og buldosarar filmaði dronan Marjuna, nýggju útstykkingina, næstnýggjastu útstykkingina har nógv hús longu eru í gerð, nýggju ítróttarhøllina, nýggju raðhúsini, upprunaligu raðhúsini og háhúsini, havnaútbyggingina, nýggju brúnna um Sandá, Glasir, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan, alt arbeiði, ið hava havt tørv á landmátarum og inspektørum.

Vit ynskja nýggju hjálparfólkunum á Umhvørvisstovuni góða eydnu við starvinum  og vóna, at lýsingin eisini hevur gjørt ung fólk varug við, at landmátaraútbúgvingin er ein spennandi lívsleið.

 

Viðmerking