Stúgvandi full høli á Østrøm til mótasýningina leygarkvøldið. Stúgvandi full høli til framløgurnar fyri dómsnevndini leygardagin, og ein sonn success á online miðlunum. Hetta var úrslitið, tá Nudlavirkið tók sær av at marknaðarføra og dokumentera stóru norðurlendsku sniðgevarakappingina Blue Fashion Challenge.

Tilsamans 14 videoir og 140 myndir vórðu lagdar á Facebook síðuna hjá Nora, og bæði føroyingar og umheimurin fylgdu við.

50.200 fólk hugdu at videobrotunum, ið Nudlavirkið framleiddi. Ikki færri enn 47.930 valdu at deila, dáma ella trýsta á eina mynd ella tekstbita um tiltakið, og 109.020 fólk hava fylgt við í tíðarskeiðinum, meðan Blue Fashion Challenge var.

Størstu hyggjaratølini vóru til stóru mótasýningina og til framløguna av sniðunum fyri dómarapanelinum. 9.700 hugdu at mótasýningini og 7.500 at framløguni.

Nudlavirkið sendi live á Facebook frá øllum døgunum meðan kappingin var, og vit løgdu eisini myndir og støðumetingar út, meðan kappingin var.

Umframt arbeiðið við at skapa innihald, so stóð Nudlavirkið eisini fyri online lýsingum, á Facebook vóru lýsingarnar fyri Blue Fashion Challenge vístar 17.702 ferðir og 1.239 ferðir kliktu fólk á tær.

Á Google vóru lýsingarnar vistar 655.000 ferðir og 825 fólk kliktu seg inn á tiltakið.

Jákup Sørensen samkipari

– Vit heittu á Nudlavirkið um at standa fyri on-line marknaðarføringini. Vit eru stak væl nøgd við teirra arbeiðið. Hvønn dagin vóru fleiri enn 100 vitjandi inni á gólvinum og hugdu at tí, sum sniðgevarnir gjørdu og til tey bæði tiltøkini leygardagin vóru nógv fleiri fólk, enn vit høvdu væntað og vónað. Og so ikki um at tala stroymingin, fleiri enn 50.000 fólk hava sæð stroymingina hjá okkum, tað hugsi eg ikki nakar kundi ímynda sær, segði Jákup Sørensen, hjá Nora, ið samskipaði Blue Fashin Challenge.

The fashion show and announcement of the winners, Blue Fashion Challenge 2017 🏆

Опубліковано NORA 26 серпня 2017 р.

 

 

Viðmerking