Vit leita eftir einum sniðgeva, ið hevur eina ósløkkiliga trongd at frelsa heimin við sínum gávum.

Soleiðis ímynda vit okkum, at tú ert:

  • ósvikaligan sans fyri sniði, etikki og estetikki
  • eina nær um perversa trongd til at vísa fram
  • høgt trúvirði gjøgnum væl hugsað snið
  • høgan arbeiðsmoral
  • hugsar og arbeiðir skjótt
  • tolir atfinningar uttan at fara í kolkjallaran

Soleiðis ímynda vit okkum, at vit eru:

  • leingjast illa eftir tær
  • vit halda ein óformligan tóna við denti á fólkaskikk
  • hálova tær, tá tú ríkar okkum tilveruna við ósvikaligum sniði
  • lurta, tá tú tosar
  • tosa, tá tú tosar
  • trúføst móti tær og tínum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir førleikum. Starvið verður sett skjótast møguligt.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Niels Una Dam á tlf 76 10 10 ella um teldupost nud@nudlavirkid.fo

Umsóknir, ið skulu vera okkum í hendi innan 1. januar 2017, skulu sendast til nud@nudlavirkid.fo

Viðmerking